Í dag varð samstarvsavtala undirskriva á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri har allar 7 kommunurnar í Suðuroynni eru samdar um, at í felag bjóða undirvísing í føroyskum máli og mentan til tilflytarar, heldur enn at hvør kommuna sær skipar fyri hesum.
Samastarvsavtalan er komin í lag í samráð- við Uttanríkis og Mentamálaráðið, og er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. oktober 2026 ella inntil nýggj lóggávu verður givin á økinum. Avtalan kann tó sigast upp við átta mánaða ávaring.
Kommunurnar vóru í dag umboðaðar av: Anitu Vibergsdóttir varaborgarstjóri í Tvøroyri, Ása Holm borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson býráðslimur í Hvalba og Bjarni Johansen borgarstjóri í Vági. (Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri í Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin hevði forfall, men hava fráboða, at tikið verður undir við avtaluni)
Í samstarvsavtaluni er avtala, at halda áfram við at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, sum Tvøroyrar kvøldskúli hevur gjørt í nøkur ár í góðum samstarvið við undirvísarar úr Hvalbiar kvøldskúla og Vágs kvøldskúla. Avtala er, at allar kommunur lata hølir til undirvísing, og at tilboðið fevnir um undirvísing upp til 40 næmingar. Undirvísingin er longu byrja í viku 38 og varðir henda í umleið 30 vikur. Undirvísingin endar við próvtøku og er førleikagevandi til víðari lestur.
FSA:
Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin (stytt FSA) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at fara fram við atliti til mentan og fortreytir hjá tilflytaranum, og harundir eisini at taka veruleikan hjá tilflytarum í føroyska samfelagnum uppí.
Tað verður Tvøroyrar kvøldskúli við Lív Næs sum leiðara, ið framhaldandi verður at samskipa FSA í Suðuroynni og avtalan í dag inniber, at allar kommunur binda seg at rinda til FSA samstarvið kr. 10,- pr. borgarar í kommununi, ið skal fíggja umsitingina og samskipanina av FSA í Suðuroynni.
Uttanríkis- og mentamálaráðið (stytt UMMR) varðar av FSA og ber 100% av kostnaðinum fyri sjálva undirvsingina, og hevur UMMR játta 550 tímar til undirvísing í 2022 og 550 tímar til undirvísing í 2023 galdandi fyri FSA í Suðuroynni.
Í námsætlanini fyri FSA stendur m.a. at:
At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum.
Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fáa góða úttalu, at lurta og at skilja, at tosa og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar.
Yvirskipaða endamáli við FSA undirvísingini er, at tilflytarar, ið flyta til Føroyar koma at kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og kenna seg viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Og at tilflytari gerst førur fyri at fullnýta ta útbúgving og teir førleikar, sum tilflytari hevur úr heimlandi sínum.
Skúli, ið skipar fyri FSA-útbúgving skal leggja dent á at møta tilflytara og næmingi, har sum næmingurin er, og starvsfólk á skúla, sum skipar fyri FSA skulu leggja dent á at skilja mentanarligt og málsligt bakstøði hjá tilflytara, sum fer í málskúla. Starvsfólk á skúla sum skipa fyri FSA hava førleikar at arbeiða í fleirmentanarligum høpi, og skipa undirvísingina sambært innlit í hesi viðurskifti, og við atliti til tann mentanarhvøkk, ið tað er at gerast borgari í einum fremmandum landi.
Dentur skal leggjast á, at tilflytari ikki upplivir at vera fyri mannamuni ella mismuni, og at tilflytari fær amboð og førleikar at gerast samborgari í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar.
Facebook viðmerkingar