Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi 29. sep. 2022 tilmæli um stovnsetan av forskúla í Tvøroyrar kommunu frá skúlaárinum 2023/24. Skipað verður fyri einum almennum kunnandi fundi ónsdagin 5. Oktober, kl. 19.00 í Trongisvágs skúla fyri foreldrum at børnum, ið byrja í forskúla í aug. 2023.
Arbeiði hjá arbeiðsbólkinum:
22. mars í ár samtykti Tvøroyrar býráð tilmæli frá Mentanarnevndini um at seta ein arbeiðsbólk at lýsa møguleikar og kanna fyrimunir og vansar við at skipa ein forskúla í Tvøroyrar kommunu.
Valdur varð ein arbeiðsbólkur at fyrireika forskúlan. Skúlin varð umboðaður við tveimum umboðum, barnaansingin við tveimum umboðum og kommunan við einum umboði.
Í arbeiðsbólkinum vóru: Anita Vibergsdóttir varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini, Jón Johannesen skúlastjóri, Mona Brattalíð deildarleiðari í Trongisvágs skúla, Kari Petersen leiðari í barnaansingini og Karin Kristina Eysturberg deildarleiðari í frítíðarskúlanum.
Arbeiðssetningurin hjá fyrireikingarbólkurin hevur tikið støðu í ”Kunngerð um skipan og læring í forskúla við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007 og løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett”: Dentur verður lagdur á trygga og góða skúlabyrjan har forskúlin verður ein brúgv millum barnagarð og skúla, har innihaldið í undirvísingini í forskúlanum skal í minsta lagi fata um grundstøði í:
- samveru og samstarvi,
- mál og málmenning,
- rørslu og motorikki,
- sosialum førleikum,
- undran, forvitni og skapanargleði,
- handaverki og list,
- støddfrøði og náttúru og
- at nýta náttúruna í læringini.
Arbeiðsbólkurin hevur verið á vitjan í øðrum kommunum, sum hava skipað forskúla, fyri at síggja umstøður og hoyra um teirra royndir. Arbeiðsbólkurin hevur havt fundir, har ástøðir og viðkomandi faklig evni og uppskot vórðu umrødd, og tilmælini til býráðið orðað.
Arbeiðsbólkurin hevur mælt til, at forskúlin kemur at húsast í Trongisvágs skúla stovu 6 & 7, ið er ein dupultstova, sum verður innrættað til endamálið. Tá dagurin í forskúlanum er liðugur, hava børnnini møguleika at møta í frítíðarskúlanum, um ynski er um tað.
Forskúlin:
Skipað samstarv skal vera millum lærarar og pedagogar í forskúla, og skulu í forskúlaflokki starvast bæði lærari og pedagogur. Lærarar og pedagogar skulu í felag fyrireika og samskipa virksemið í forskúlanum, so tað skal verða samanhangur millum læring og leik.
Virksemið verður skipað soleiðis, at børnini virkin taka lut og ávirka arbeiðið í forskúlanum bæði sum einstaklingar og partur av felagsskapinum. Og arbeiðið í forskúlanum skal verða skipað soleiðis, at tað er samanhangur í skiftinum frá heimi ella dagstovni til skúla og millum forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla.
Kommunan ber útreiðslurnar av forskúlanum, og skúlaleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av forskúlanum við tilvísing til kommununa.
Ásett er í kunngerðini, at í forskúlaflokkum eiga í mesta lagi vera 24 børn við skúlaársbyrjan, og tímatalið eigur í mesta lagi at vera 24 tímar um vikuna.
Gjald:
Býráðið samtyktið einmælt, at brúkaragjaldið fyri forskúlan verður kr. 700,-/mðr., og at goldið verður fyri 11 mðr. Gjaldið fyri frítíðarskúlan verður óbroytt kr. 1.200,-/mðr., og goldið verður fyri 11 mðr. Forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið.
Til ber at lesa rit um forskúlar nevnt: “Eygleiðingar í forskúlunum, kunning og niðurstøða av Fólkaskúlaráðið 9. januar 2014” her
Tvøroyrar kommuna
á Mikkjalsmessu 2022
Facebook viðmerkingar