
Veist tú ikki, hvat tú skal gera nú summarfrítíðin endar? Kom so á Miðnámsskúlan í Suðuroy.
Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Skúlagongdin byrjar 18. august, og tøk pláss eru á øllum breytum. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú hava vit virkisbúskap C, sølubúskap C, KT C og vinnurætt C.
Hevur nakað av hesum tín áhuga, so set teg í samband við skúlan umvegis teldupost, mis@skulin.fo, ella á telefon 614202
Facebook viðmerkingar