FM1 beinleiðis úr Vági

Mikudagin 17. august frá kl. 13.0017.00 sendir FM1 beinleiðis úr Vági, har práta verður við fólk í kommununi um veður og vind. Sendingin verður av lætta slagnum og verða prát og tónleikur, umframt at kapping verður eisini har vinningarnir eru gisting fyri 2 á Hotel Brandan og ein góður vinningur frá Bygma Suðuroy.

Tosað verður m.a. við Jonhild Kjærbo og Ingeborg Vinther, sum blivu heiðraðar tá Ljósfest var í Vági. Eisini práta vit við rektaran á Miðnámi í Suðuroy, Guðrið Johansen, um skúlan. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, sleppur sjálvandi eisini fram at umframt eitt undirhaldandi prát við Hans Jacob Hjelm. Bogi Mortensen, formaður í VB, kemur eisini á gátt.
Umframt hetta kann henda at verturin flytur seg í býnum.

Sent verður úr Miðlatúni og øll kunnu lurta við á www.midlar.fo ella á:
93,5 úr Vági
92,5 av Tvøroyri

Facebook viðmerkingar