Upprunaliga er upplýst í Løgtinginum, at Herjólfur tekur 481 ferðafólk og nakrar og 60 bilar. Men nú Herjólfur hevur fingið siglingarloyvi frá Skipaeftirlitinum, hevur hann bara fingið loyvi til at føra 385 ferðafólk, ella 95 ferðafólk færri enn ætlað.
Sambært in.fo sigur Strandferðslan, at orsøkin er, at Herjólfur eisini siglur um náttina og sostatt skal pláss skal vera umborð fyri tveimum manningum.
Men hóast tað er upplýst, at Herjólfur tekur nakrar og 60 bilar, eru bara pláss til 35-36 bilar í bíleggingarskipanini. Tað merkir, at tað er eingin vissa fyri, at tað sleppa meiri enn 35-36 persónbilar við hvørja ferð. Hetta eru fáir bilar fleiri enn Teistin, tí Teistin tekur 33 persónbilar.
Jóhan Petur Abrahamsen sigur við in.fo, at restin av plássinum er lagt av til sjúkraflutning, tí hann hevur altíð framíhjárætt. Restin er lagt av til tann gerandis flutningin, sum krevst fyri at halda virksemið í Suðuroynni gangandi – tað er til montørar norðaneftir, til gerandisfarm til handlar, timburhandlar, onnur virkir, og so framvegis.
Herjólfur fer í sigling fyri Smyril leygarmorgun 20. august og gongst sum ætlað verður Smyril í sigling aftur mánadagin 3. oktober.
Facebook viðmerkingar