Ítróttarfólk mugu bíleggja ferðaseðil

Flestum kunnugt, so er stórur munur á talinum á ferðandi og talinum av bilum, sum sleppa við Herjólfi samanborið við Smyril.

Flestu vikuskiftini í árinum ferðast nógv ítróttarfólk um Suðuroyarfjørð til ítrótt í Suðuroynni og til ítrótt norðanfjørðs.

Komandi vikuskiftið er onki undantak. Men við Herjólfi sleppa bara 385 ferðafólk, í mun til 975 ferðafólk við Smyrli.

SSL hevur boðað ítróttarfeløgum frá, at um tey vilja hava vissu fyri, at teirra ítróttarfólk, sum t.d. hava verið norðanfjørðs til kapping, skulu sleppa suður um kvøldið, so mugu tey bíleggja og gjalda vanligan ferðaseðil á SSL.fo.

Vanligt er annars, at ítróttarfólk fara umborð á Smyril og gjalda við ISF-kortinum, tá tey eru komin umborð. Men við bíleggingarskipanini kann tann støðan uppstanda við Herjólfi, at ferðaseðlarnir eru útseldir og ítróttarfólk tí ikki sleppa heim um kvøldið.

Vilja ítróttarfólk hava trygd fyri at sleppa heim um kvøldið, so mugu feløgini / liðini keypa sær pláss á SSL.fo áðrenn tey fara norður.

Facebook viðmerkingar