Hevur tú hug at gerast partur av toyminum í kvøldskúlanum í Vági?

Fyrireikingarnar til kvøldskúlan í heyst eru í gongd, og okur nýta tí høvið til at gjøgnumganga okra tilboð av kvøldskúlaskeiðum. Um tú hevur neyðugan førleika og ágrýtni til at kveikja okra skeiðsluttakarar, so hesi fáa eina góða og mennandi uppliving, so ynskja okur at frætta frá tær.

Okur søkja eftir undirvísarum, sum eru ágrýtnir og hava námsfrøðiliga og/ella yrkisligar førleikar. Ynski er, at undirvísarin kann vera við til at fanga áhugan hjá ungum yvir 14 ár og tilkomnum, bæði fakliga og sosialt.

Starvið sum undirvísari er tímalønt sambært lóg um kvøldskúlar.

Undirvísingin á kvøldskúlanum er ikki stýrd av eini lesiætlan, men verður løgd til rættis í samstarv við skeiðsluttakararnar í teimum einstøku skeiðunum. Sum undirvísari er tí ynskiligt, at tú dugur at laga teg eftir umstøðunum og taka støðið í førleikunum hjá tí einstaka luttakaranum. Sum kvøldskúla undirvísari arbeiðir tú nakrir tímar um vikuna, gjarna aftaná vanliga arbeiðstíð. Tað ber tí væl til at sameina kvøldskúlaarbeiði um tú ert lesandi, sjálvstøðugur ella hevur annað arbeiði.

Í løtuni søkja okur serliga eftir undirvísarum í hesum lærugreinum:

Træsmíð: Á skeiðinum er møguleiki fyri at virka ymiskt úr træi. Undirvísingin verður í træsmíð hølunum hjá Vágs skúla, sum eisini hevur nógvar ymiskar maskinur til endamálið. Harafturat er ein CNC-fresari og ein stórur lasaraskerari, sum kann brenna í træ.

Hondarbeiði: Á hesum skeiðið ber til at arbeiða við fleiri sløgum av hondarbeiði, eitt nú seyming, brodering, patchwork ella hvat man velur at leggja dent á. Undirvísingin verður í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum í Vági.

Onnur skeiðshugskot eru vælkomin!

Okur eru opin fyri onnur hugskot – dømi kundu verið: plantu- og havaarbeiði, matgerð, modellbygging, sniðgeving og nýmenning. Skeiðini kunnu verða skipaði sum dagsskeiðir ella skeiðir sum strekkja seg yvir fleiri vikur. So um tú veruliga kundi hugsa tær at skipað fyri einum skeiði, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við kvøldskúlaleiðaran, Tinu G. Tausen.

Áhugaði kunnu venda sær til Tinu G. Tausen á teldupost tina.tausen@skulin.fo ella á telefon 239333.

Facebook viðmerkingar