Leygardagin 3. september verður skipað fyri Johannudegi í Vági. Talan er um eitt maritimt familjutiltak, har hugni og samvera verða knýtt saman við havið.
Aftur í ár verður skipað fyri Johannudegi í Vági. Fyrstu fer at skipað varð fyri hesum tiltakið var í 2021 og tiltakið royndist so mikið væl, at avgjørt varð, at hetta tiltak skuldi aftur verða í ár.
Byrjað verður longu fríggjakvøldið 2. september, tá eitt syngið við tiltak verður á Vágsfiðrið. Grindabátarnir og Johanna TG326 fara á fjørðin, og har lagt verður at Johannu og umborð fæst drekkamunnur og Hans Jacob Hjelm skipar felagssangin. Komin til kei verður tjaldið opið, har Vágs Kappróðrarfelag selur drykkivørður.
Leygardagin, 3. september, verður sjálvur Johannudagurin. Dagurin byrjar klokkan 11 á keiini, har livandi havdjór verða at síggja í fiskakørum og Agnes kemur at vísa ymisk tara sløg. Á keiini verður eisini skipað fyri skattaveiðu fyri børnum, og grindabátarnir verða flotaðir. Seinnapartin verður opið skip umborð á Brimli, Johannu og hinum træskipunum, sum vitja. Klokkan 14 verður plankin gingin, har tey, sum náa heilt út, fáa ein vinning fyri bragdi. Fyritøkurnar Suðuroyar Kajakk og Actionboat eru á fjørðinum, har til ber at leiga kajakkir og sigla í skjóttgangandi bátum. Klokkan 16 verður stórt vatnkríggj á keiini og á fjørðinum, har Brimil og sløkkiliðið luttaka – øll eru vælkomin og verða biðin um at taka vatnballónir, vatnpistólir, spannir og annað, sum hóskar seg til eitt ordans vatnkríggj.
Vágs Kappróðrarfelag selur fiskasuppu, kaffi og annað gott í tjaldinum frá klokkan 13 – 17, og frá klokkan 17 – 19 ber til at keypa vælsmakkandi og siðbundnu Johannu-buffarnar.
Um kvøldið verður eitt hugnaligt syngið við tiltak í tjaldinum og Johannudagurin endar við einum góðum bryggjudansi, har Hans Jacob Hjelm og vinmenn spæla.
Øll skráin kann lesast her.
Facebook viðmerkingar