Ónsdagin viðgjørdi Suðuroyarportalurin ferðaætlanina hjá tyrluni, sum eftir ætlan skuldi broytast í dag, 1. september, og túratalið til og úr Suðuroynni minkast úr 3 døgum niður í 2 dagar um vikuna.
Eftir at Suðuroyarportalinum hevur tikið málið upp, hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, gjørt avtalu við Atlantsflog um, at tyrlan heldur fram at flúgva tríggjar ferðir um vikuna. Sostatt fer tyrlan hetta fram til Smyril kemur aftur úr dokk at flúgva mánadag, ónsdag og fríggjadag.
Les eisini
Facebook viðmerkingar