Týskvøldið 6. september verður konsert SALT við løgum sum eftir Regin Dahl hevur gjørt til svenskar yrkingar. Sangari á konsertunum verður svenski barytonurin Fredrik Zetterström, og ungi føroyski klaverleikarin Aksel Dánjalsson Remmel spælir klaver.
Konsertin verður hildinn í sambandi við, at nótaforlagið Edition H. Eide gevur út eitt savn viðnótum til 35 sangir hjá Regini Dahl við orðum eftir svensku yrkjararnar Erik Axel Karlfeldt (1864-1931) og Gustav Fröding (1860-1911).
Nótabókin ber heitið Regin Dahl: 35 svenskir sangir. Hans Pauli Tórgarð hevur við Bjarna Restorff sum ráðgeva sett nótarnar út fyri rødd og klaver eftir Reginsa egnu framførslum av sangunum, sum vóru festar á band í 1960’unum og 70’unum.
Hesir svensku sangirnir hjá Regini Dahl eru millum tað besta hann hevur gjørt. Stílurin er ein samanrenning millum svenska vísutradisjón og klassikan lied. Klaverundirspælið er meiri útbygt annars hjá Regini – við forspæli, millumspølum og útgangi. Løgini eru sera fjølbroytt og fevna um nógvar sjangrur, eitt nú vals, romansu, marsj og mazurka.
Fredrik Zetterström er útbúgvin á Operahögskolan í Stokkhólmi og er eftirspurdur sangari í operahúsum í Norðurlondum og t.d. USA. Aksel Remmel er bachelor frá Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn og nemur sær nú víðari útbúgving í Fraklandi.
Á konsertunum fara teir at framføra einar 12 av sangunum, og høvi verður eisini at ogna sær nótabókina. Konsertfyriskiparar eru: Norðurlandahúsið, SALT, Mentanarhúsið í Fuglafirði og Edition H. Eide í samstarvi við Summartónar og við stuðli frá Mentanargrunni Landsins.
Konsertin byrjar kl. 19.30 og varar í uml. 75 minuttir.
Kostnaður: Kr. 145,00
Facebook viðmerkingar