Vágs kirkja far sunnudagin 4. septembur vitjan av nýggja prestinum í oynni Hanus Pál Jógvansson, sum fyribils er settur sóknarprestur komandi árið.
Og í hesum sambandið hevur kirkjuráðið saman við sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum skipað soleiðis fyri, at tað verður morgunmatur kl. 10.00 í Meinigheitshúsinum og síðani guðstænasta kl. 11.00 í kirkjuni, har Hanus Pál umframt stutta prædiku eisini hevur eitt orð til børnini, umframt at tveir sunnudagsskúlasangir verða sungnir. Av tí at samlast verður til morgunmat og guðstænastu, so er eingin sunnudagsskúli seinnapartin.
Øll eru vælkomin til morgunmat og guðstænastuna og er tað ókeypis og letur Hans Pál Jógvansson heilsa, at hann gleðir seg hitta vágbingar og vitjandi sunnumorgunin til morgunmatin í Meinigheitshúsinum og til guðstænastuna í Vágs kirkju.
Facebook viðmerkingar