Í góðveðrinum í gjár og í dag hava Johannu-dagar verið á skránni í Vági – eitt spennandi tiltak við fjøltáttaðari skrá fyri bæði børn, barnsligar sálir og vaksin.
Seinnapartin varð stórt vatnkríggj á skránni har bæði Brimil, sløkkiliðini í Suðuroynni og ein rúgva av bátum luttóku – og ikki minst nógv børn við vatnbyrsum.
Niðanfyri eru nakrar myndir.
Facebook viðmerkingar