Nýggja starvsnevndin hjá ÍSF hevur nú havt sín fyrsta fund, síðani Anna-Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen herfyri vórðu vald í nevndina fyri Schandorff Vang, Jon Hestoy og Sigurð Rasmussen, ið ikki tóku við afturvali.
Nýggju starvsnevndarlimirnir koma afturat John Kjær, sum heldur fram – og Elini H. Joensen, forseta.
Á fyrsta fundinum skipaði nevndin seg við Magnusi Tausen sum varaforseta. Hann tekur við sessinum eftir Jon Hestoy, sum hevur verið varaforseti seinastu seks árini.
Íðkanarumboðið við á fundi
Hetta var eisini fyrstuferð, at Hávard Vatnhamar – umboð fyri íðkanarnevndina – var við á fundi hjá starvsnevndini, og tað var áhugavert at hoyra gløggu sjónarmiðini hjá Hávardi Vatnhamar.
Íðkanarnevndin varð stovnað í vár, tí ynski hevur verið á at geva fremstu ítróttarfólkunum eina rødd inni í ÍSF, har avgerðirnar verða tiknar.
Javnstøða
Nýggja starvsnevndin hevur fulla javnstøðu – við tveimum kvinnum og trimum monnum afturat forsetanum. Hetta er beinleiðis í tráð við málini hjá ÍSF um, at javnstøðubýtið í ítróttanevndum skal vera 70/30 í 2025 og 60/40 í 2030.
Strategi hjá ÍSF 2022-2026
Á fyrsta fundinum viðgjørdi starvsnevndin nýggju strategiini hjá ÍSF. Í hesum sambandi bleiv tosað um tey fýra arbeiðsøkini, sum ÍSF hevur eggjað øllum føroyskum ítróttafeløgum at arbeiða við komandi fýra árini.
Økini eru »Øll skulu við«, »Fjálga um sjálvboðin«, »Ítróttagleði fyrst og fremst« og »Styrkja úrvalsumhvørvini«. Við hesum nýggju felags fokusøkjunum fer allur føroyskur ítróttur at toga somu línu, og fyrsta uppgávan hjá nýggju starvsnevndini er at raðfesta tey ítøkiligu átøkini, sum skulu gerast innan hvørt av hesum fýra økjunum.
Facebook viðmerkingar