Heystmarknaður á Tvøroyri

So er skjótt eitt ár liðið síðan seinasta heystmarknað í miðbýnum og fyrireikingarnar til ársins heystmarknað eru væl áleiðis. Í ár verður tiltakið eina viku seinni, leygardagin hin 8. oktober.

Tvøroyrar kommuna boðar frá, at tað eru fleiri áhugaverdar luttakarar til hugnaliga tiltakið og verður kunnað meiri um hetta komandi vikurnar.

Tey, sum eru áhugaði í luttaka í heystmarknaðinum, kunnu seta seg í samband við Tvøroyrar kommunuog umbiðja pláss. Tað er ókeypis at vera við.

Einasta fyritreytin fyri at vera við, er, at tað, ið selt verður, skal hóska til tiltakið, ið er ætlað sum ein sýnisgluggi av føroyskum matvørum, handverki, amboðum og øðrum líknandi.

Heystmarknaðurin byrjaði í 2019 og hevur verið sera væl umtóktur millum vitjandi og luttakandi.

Verið vælkomin at ringja, í vanligari arbeiðstíð ml. 08:00-16:00, á +298 214614 ella sendið teldupost á bn@tvoroyri.fo.

Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu, og verður ljós varpað á hetta allan oktober mánað.

Facebook viðmerkingar