Í dag avgjørdi evropiski miðbankin (ECB) sum væntað aftur at hækka rentuna – hesa ferð við 0,75%-stigum. Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at BankNordik aftur fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur. Í hesum sambandi verður negativa innlánsrentan avtikin.
Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,55%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,45%-stigum p.a., og somuleiðis hækka útlánsrentur og provisión við upp til 0,45%-stigum p.a. Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 30. september og fyri privatkundar tann 17. oktober, og lýst verður í bløðunum í næstum.
Kontur við positivari rentu ávegis
Hækkandi rentan hevur við sær, at bankin frá 1. oktober aftur fer at bjóða samansparingarkontur við positivari rentu:
- Pensjónssamansparing: 0,30%-stig p.a.
- Bústaðarkonta: 0,50%-stig p.a.
- Samansparingarkonta, bundin í 3 mðr.: 0,25%-stig p.a.
- Barnasamansparing: 0,30%-stig p.a.
Facebook viðmerkingar