Í samband við Altjóða Sálarheilsudagin tann 10. oktobur, fer Sinnisbati aftur at handa eina sálarheilsuvirðisløn til ein ella fleiri, sum hava gjørt okkurt serligt fyri at varpa ljós á sálarheilsu í ár. Kennir tú onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt átak ella tiltak? Ella onkran, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi? Tað kann vera ein einstaklingur, bólkur, felag ella stovnur.
Øll kunnu tilnevna onkran, tey halda, átti at fingið sálarheilsuvirðislønina 2022. Ein dómsnevnd ger síðani av, útfrá innkomnu uppskotunum, hvør skal fáa virðislønina. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur.
Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mánadagin 3. oktobur.
Facebook viðmerkingar