So byrjar landskappingini í hondbólti aftur og kvinnurnar hjá VB hava í 1. umfari í SMS-deildini heimadyst. Leygardagin taka kvinnurnar ímóti Neistanum í Vágs Høll og dysturin byrjar kl. 16.00.
Broyttur kappingarleistur
Nú kappingin fer ígongd boðar HSF eisini frá broyttum kappingarleisti. Nýggi kappingarleisturin minnir um verandi leist, tó er endaspælið broytt nakað. Í grundspælinum spæla liðini trýggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, hareftir kappingin verður skipað í endaspæl.
Í endaspælinum verða fyrst leiktar fjórðingsfinalur millum ávikavist nr. 3 og nr. 6 og nr. 4 og nr. 5 á stigatalvuni. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll
Liðini sum enda nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nr. 1 møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið og nr. 2 hægra. Leiktar verða best av trimum hálvfinalum. Nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.
Tapandi liðini í hálvfinalunum leika ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll.
Um FM verða leiktar best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari.
Facebook viðmerkingar