Listaframsýningin við Stellu Zachariassen letur upp mánadagin

Mánadagin klokkan 12.00 letur listaframsýningin hjá Stellu Zachariassen (SelviZach Arts) upp í Miðlatúni.

Listaframsýningin varpar ljós á sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum. Framsýningin kemur at standa frammi til og við leygardagin 24. september, og er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni.

Stella verður til staðar mánadagin millum klokkan 12.00 og 18.00 og aftur leygardagin millum kl. 10.00 og 14.00. Til ber at keypa málningarnar og ein partur av søluni verður latin stuðulsbólkinum hjá Sinnisbata í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar