Leygardagin 17. september kl. 11 skipar Hvistan fyri einum heilsutúri frá Miðlatún. Hetta er fyrsti túrur av fleiri, sum verða skipaðir fram til nýggjárið.
Møti fjølment til hetta tiltak. Tit gera sjálvi av, um tit ganga, renna, súkkla ella nakað heilt annað. Tað er bara umráðandi at, tú kemur út ein túr, fær fríska luft ella bara eitt gott prát. Túrurin verður 20 min. út og so heim aftur. Í Miðlatúni ber til at fáa okkurt leskandi.
Hetta er ein góð byrjan uppá leygardagin, so komi við.
Facebook viðmerkingar