Einaferð í seinnu helvt av 1990árunum førdi verkfall við sær, at sluppin Johanna TG 326 var álitið um Suðuroyarfjørð. Millum annað sigldi sluppin við ferðafólki um páskahøgtíðina og kundu 50 ferðafólk fara við Johannu. Flestu túrar var ríkiligt av plássi og neyvan var Johanna fullsett nakran av túrunum.
Sambært argumentatiónini, sum hevur verið seinastu vikurnar um Herjólf III, so kann sigast, at sluppin Johanna TG 326 var nøktandi á Suðuroyarleiðini.
Men hendan argumentatiónin er lítið haldbar, ja, næstan barnslig.
Frá Johannu til Norrønu
Í 2013 var Smyril í dokk og avloysti Norrøna tá á Suðuroyarleiðini. Í tíðarskeiðinum frá 24. februar til 10. mars sigldi Norrøna tveir túrar um dagin millum Havnina og Vág. Norrøna avloysti í 15 dagar ella í ein hálvan mánað.
Hetta tíðarskeiðið ferðaðust 11.571 fólk um Suðuroyarfjørð, tað eina vikuskiftið (1. til 3. mars 2013) fóru 4.118 fólk um Suðuroyarfjørð, og onkran túr vóru 223 bilar við, so tá hevði eisini Smyril verið ov lítil.
Um hetta tíðarskeiðið verður umroknað til ein heilan mánað, so verður hetta til 23.142 fólk í ein mánað, sum er fleiri fólk enn tað ferðaðust t.d. ein av summarmánaðunum í juni, juli og august 2013.
Frá Norrønu til Herjólf III
Seinastu vikurnar hevur Herjólfur III avloyst á Suðuroyarleiðini. Retorikkurin í almenna rúminum, bæði umvegis almenna Kringvarpið og av Løgtingsins røðarapalli snýr seg um, at loysnin er nøktandi og ongi fólk hava staðið eftir enn.
Veruleikin er tó tann, at Herjólfur III er alt ov lítil. Veðurgudarnir hava verið blíðir, so veðrið hevur verið á heilt góðari leið, men hóast hetta hava rullu-túrar verið og fleiri hava fingið keðiligar túrar. -Og nettupp óttin fyri keðiligari uppliving við Herjólfi III hevur fingið fólk at setast aftur.
Støddin hevur týdning
Ein av høvuðsorsøkunum til eitt ferðslulop uppeftir, tá Norrøna avloysti á Suðuroyarleiðini í 2013, var nettupp støddin á skipinum. Og á sama hátt er ferðslulopið niðureftir, nú Herjólfur III avloysir á Suðuroyarleiðini í 2022, eisini orsaka av støddini á skipinum.
Lærið av mistakinum
Longu nú er nøkulunda vitan um nær Smyril skal í dokk aftur og er at vóna, at lært verður av mistakinum við verandi avloysaraskipi á Suðuroyarleiðini.
Onki er at bíða við, politiska skipanin má tryggja Strandafaraskipum Landsins stuðul til at finna eitt gott avloysaraskip, soleiðis at Suðuroyggin ikki aftur verður skerd við stórum missum á nógvum ymiskum økjum, ikki minst fíggjarliga fyri fyritøkur og arbeiðsfólk.
Facebook viðmerkingar