Skjalasavnið tekur skap

Tvøroyrar kommuna: Á heysti í fjør varð samtykt at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri við tilhoyrandi gransking. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe.


Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, men tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig.

Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár og komandi tíðina koma vit ivaleyst at hoyra meira um arbeiðið við skjalasavninum og teirri atknýttu granskingini.

Ísvirkið, sum í síni tíð var sera framkomið átak her á Tvøroyri, er virðiligur karmur um savningina av skjølum til søguna her.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Kára og Jens Paula bestu eydnu við arbeiðinum

Facebook viðmerkingar