Komandi dagarnar vitjar Torleif Johannesen sjómanstrúboðari í Suðuroy.
Umframt ymiskar vitjanir, verða tvey tiltøk í missiónshúsinum á Tvøroyri.
Sunnukvøldið kl. 18.00 verður eitt sjómansmøti, sum samstundis eitt felagsmøti fyri oynna, har øll eru vælkomin.
Mánakvøldið kl. 19.30 verður árliga tiltakið, har sjómanskvinnuringarnir í Suðuroy møtast. Hetta er fyri allar kvinnur. Eisini tær, sum ikki koma í ein sjómanskvinnuring ígjøgnum veturin.
Bæði kvøldini kemur Torleif at tala Guðs orð og siga frá um nýútkomnu bókina “Tænandi kvinnur”, sum hann hevur latið úr hondum. Hon snýr seg um tað stóra arbeiðið, sjómanskvinnuringarnir hava gjørt fyri okkara sjófólk og samfelagið annars. Til ber at ogna sær bókina hesi kvøldini.
Mánakvøldið kemur Mansbólkurin eisini at syngja og høvi verður at lata eina gávu til Føroysku sjómansmissiónina.
Facebook viðmerkingar