Smyril er nú farin framvið Skagen og kósin er sett móti Føroyum.
Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur við in.fo at teir vænta at vera inn á Tvøroyri á døgverða mánadagin og heldur tað, verður Smyril settur í sigling mánakvøldið, tá ið hann fer fyrsta túrin av Krambatanga mánakvøldið klokkan 18.45 – og síðani siglur hann eftir ferðaætlanini.
Tað merkir, at heldur ætlanin, siglur Herjólfur sín seinasta túr á hesum sinni av Havnini, mánamorgunin klokkan tíggju. Túrurin av Krambatanga klokkan tvey verður ikki sigldur og so fer Smyril at sigla aftur av Krambatanga klokkan 18.45
Facebook viðmerkingar