Í Meinigheitshúsinum hava vit í seinastuni gjørt ymiskar ábøtur á húsið umframt at nýtt ungdómsarbeiði er byrjað.
Nú er arbeiðið komið í helvt og merkir tað at gangurin er settur í stand, kaminan er tikin burtur og tekjan er tett, hitapuma er sett upp, salurin er dagførdur og niðari salurin er málaður umframt at lampurnar eru skiftar og fluttar og lampustøðini eru nýggj og við nýggjum ljósrørum.
Ætlandi er at fara undir at broyta gomlu vesini til eitt nútíðarhóskandi handikapp vinarligt vesi við brúsu og síðani verður gangur við køkin dagførdur og nýtt vesi gjørt har.
Í hesum samband at nógv er gjørt og meira skal gerast so fara fólk úr Meinigheitshúsinum at skipa fyri tombola á Torginum í Vági fríggjadagin 30. septerbur frá kl. 12.00
Hevur tú havt tína gongd í Meinigheitshúsinum til sunnudagsskúla, skótar, dagsglæmu, møtir ella ungdómstiltakið og hugsar at nú er møguleikin at rætta eina hond, so ert tú vælkomin at lata okkum vinning ella stuðul, soleiðis at vit kunnu fáa átøkin gjørd.
Hevur tú lut til lutaseðilin ella til tombola, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Rakul Borg Brattaberg 759695
Annika Vilhelm 294214
Eydis Kjærbo 230388
Finn Johannessen 755750
Facebook viðmerkingar