Í annaðkvøld, týskvøldið, byrjar stroymingin av beinleiðis fyrilestrum frá Aarhus Universitet. Fyrsti av í alt seks fyrilestrum áðrenn jóla verður stroymdur í Miðlatúni. Fyrilesturin Jørðin og lívið – ein spegilsmynd av 3.800 mio árum – snýr seg um, at jørðin, vit liva á í dag, er munandi annaleiðis enn tá hon varð skapt fyri 4.500 milliónum árum síðan. Gjøgnum øldir hava jørðin og lívið spegla og ávirkað hvønnannan. Nú eru vit menniskju í ferð við at broyta jørðina í eina nýggja og ókenda kós.
Fyrilesturin byrjar klokkan 18.00 og er í Miðlatúni. Fyrilesturin er ókeypis og øll eru vælkomin.
Facebook viðmerkingar