Petur Hans Dahl (06.10.1943 – 05.06.2022) in memoriam
Petur var elstur av okkum systkjum. Foreldur okkara vóru Edith og Jákup Dahl. Tað vóru bert 7 ár millum elsta og yngsta av okkum 5 systkjunum.
Mamma okkara doyði í januar 1960. Hálvtannað ár seinni kom Olga úr Fámjen at halda hús, og seinni giftust pabba og Olga. Elsa, tann yngsta av okkum seks systkjunum, er fødd í oktobur ‘63. Tað var gott fyri okkum øll, at Olga kom. Hon tók okkum øll til sín sum síni egnu – og somuleiðis var hon altfevnandi Olg-omman hjá okkara børnum.
Tað var nógv lív í barnaheiminum Petursborg. Vit høvdu vinfólk heim við dagliga, so tað kundu vera nógv børn har í senn. Nógv var eisini at takast við, bæði úti og inni.
Peturi dámdi væl at rokast við seyð og neyt og alt, sum har hoyrdi til. Serliga stóð hugurin til sjógvin, har hann eisini fekk roynt seg tíðliga við okkara gamla installeringi Knørra, sum pabba og Jakke, mammubeiggin, áttu í felag. Hann fylgdi sera væl við í øllum, sum hevði við sjógvin at gera. Visti altíð, hvat skipini høvdu fingið, tá tey landaðu. Fylgdi væl við veðri og tíðindum longu sum tannáringur – hvussu útlitini vóru fyri útróðri, røkstri og í hoyna.
Petur skrivaði dagbók longu frá hann var 10 ára gamalur. Bergtórur Bjarkhamar, prestur, hevði til jarðarferðina eitt brot við úr einari av dagbókunum, har dagfestingin samsvarar við dagin, hann andaðist. Brotið er skrivað grundlógardagin 5. juni 1958, tá ið Petur bara er 14 ára gamalur. Hendan dagin fyri 64 árum síðani skrivar hann:
”Eitt lítið lot av landsynningi og turt allan dagin. Vit hava havt frí frá skúlanum í dag, og alt fólk helt uppat at arbeiða á middegi. Klokkan 7 í morgun fóru Rudolf, pabba og eg at skjóta. Vit vóru suðuri áraka flesjarnar og fingu 41 fuglar, 30 lomvigar og 11 lundar. Vit royndu eisini við snellu, men tað var ongin fiskur at fáa; bert 4 toskar fingu vit. Vit vóru aftur á landi kl. hálvgum seks í kvøld.
Smyril kom suður í dag.
Í útvarpinum báði á middegi og í kvøld vóru bert veðurtíðindi og tíðindi á skránni.
Kúgvin hjá okkum kálvaði kl. 5 í eftirmiddag. Hettar er hennara fyrsti kálvur. Fyrstu ferð mjólkaði hon 4 litrar, og mamma mjólkaði henni aftur í kvøld. Kálvurin er ein flekkutur kvígukálvur.”
Brotið úr dagbókini ímyndar Petur og lív hansara. Hann skrivar um alt tað, hann seinni kom at takast við sum vaksin: landbrúk, veiðu, sjólívið og veðrið.
Peturi dámdi sera væl at skipa fyri ymiskum spæli har heima, so at vit systkini høvdu tað stuttligt og gott. Tað lá væl fyri hjá honum at siga frá søgum og ferðum. Hann var tann fyrsti av okkum, sum hevði verið í Danmark. So segði hann frá, hvussu alt var øðrvísi niðri – og kundi eisini skrøgga fyri at gera tað meira spennandi. Honum dámdi væl at arga, fortelja og undirhalda. Og hann var ein sera góður frásøgumaður við sansi fyri drama og teimum minstu detaljunum í hendingunum. Ofta nutu vit hansara frásøgukynstur, um tað var reint skemt ella kanska skakandi tilburðir, hann hevði upplivað, og hann fortaldi so livandi og uppbygdi søgurnar við vaksandi spenningi á slíkan hátt, at vit sótu púra bergtikin og lurtaðu.
Ein nýggjársaftan var hann sjúkur, so hann slapp ikki út at skjóta fýrverk. Tað kundi hann illa liva við, so hann hevði tikið nakað av fýrverkinum, vit høvdu keypt, upp á kamarið og goymt tað undir seingini. Hann fekk so okkum systkinini at koma upp á kamarið, har hann ágrýtin var í ferð við at gera klárt at skjóta fýrverkið út gjøgnum vindeygað á stórakvisti – til stóra og fjáltruta fragd fyri okkum, har vit stóðu sum áskoðarar í øllum krútroykinum í kamarinum….
Við hansara royndum sum frásøgumaður og fyriskipari av øllum møguligum virksemi í okkara barndómi, varð ein spíri longu lagdur fyri hansara námsfrøðiligu førleikum seinni.
Petur fór tíðliga til sjós. Hann royndi alt tað vanliga, sum tá var: Við slupp, línubáti og trolara. Hann royndi við línubáti í New Foundlandi og Grønlandi – og eisini við útróðrarbátum á grønlendskum firðum, har línuskipið var móðurskip. Har vóru spennandi frásagnir frá honum, tá hann var afturkomin. Har teir vóru á landi, har bústaðir fyrr høvdu verið, og tú kundi ímynda tær, hvussu fólk høvdu búleikast.
Petur gekk á Nr. Nissum Lærerseminarium frá 1961 til 1965, men var sjómaður tað mesta av tíðini eftir tað, til hann fór at ganga á Sjómansskúlanum. Petur varð skipsførari í 1977 og silgdi sum yvirmaður við donskum farmaskipum, til hann í 1982 byrjaði sum lærari á Føroya Sjómansskúla. Hann var varastjóri frá 1994 til 2014. Petur var eisini stjóri 3 mánaðir í 2000 og frá august til desembur 2013. Hann fór frá fyri aldur á Vinnuháskúlanum í 2017 eftir at hava arbeitt har í 35 ár.
Petur var sera væl dámdur lærari – og nærlagdur í sínum arbeiði. Tað var eingin ivi um, at hann hevði funnið sítt lívsstarv á Sjómansskúlanum. Hann dugdi sera væl at siga frá og gera undirvísingina livandi við at draga hendingar frá egnum royndum á sjónum inn í undirvísingina. Tað hevði so nógv at siga fyri hann, at allir hansara næmingar kundu fáa prógv, so tað var mangan, hann hjálpti næmingum privat, um teir bóðu um hjálp.
Petur legði skema í nógv ár á Sjómansskúlanum, og mangan varð skemtað við, at mánin og harvið streymviðurskiftini eisini høvdu ávirkan á tímatalvuna. Tað segði sjálvandi nakað um hansara stóra áhuga fyri útróðri og sigling.
Tá ið árliga jólaborðhaldið var á Sjómansskúlanum, var Petur fastur fúsur sum jólamaður við posa á baki við gávum til øll, bæði starvsfelagar og teirra makar. Tað, sum fólk gleddust um ár eftir ári, var tann lítla yrkingin, sum øll fingu saman við gávuni. Tá hann fór frá fyri aldur í 2017, mátti hann lova at halda fram at koma til jólaborðhaldini…..
Petur hevur yrkt eina ørgrynnu av sangum til veitslur í familjuni og aðrastaðni, bæði vegna seg sjálvan og fyri onnur í familjuni, sum heittu á hann. Somuleiðis hevur hann eisini hildið nógvar røður á veitslum og almennum hátíðarhaldum. Ein røða, hann var stoltur av at verða biðin um at halda, var í Vági í juni 2012, har standmyndin av abbanum, Peturi á Gørðunum, varð avdúkað á Petursplássinum.
Sjólívið sum fiskimaður, sum yvirmaður og sum stuttleikasiglari lá frammarlaga hjá Peturi. Hann silgdi við 10-mannafarinum Knørra saman við Ninu, konuni, til Danmarkar í 1985. Í 1992 silgdu tey bæði við Knørra saman við teirra tveimum smábørnum til Hetlands. Í 1993 til Hetlands við Heimdali. Í 1998 í Grønlandi við trimum AWI-bátum, sum frásøgn varð gjørd um í Sjónvarpinum. Í 2011 í Íslandi við Draganum á seglskipastevnu. Harumframt við Grandatanga í Hetlandi og í Íslandi – og við Brimnesi í Kaledonisku Kanaluni – umframt regattasigling o.a. í Føroyum. Petur hevur verið fleiri sjómannatúrar við Norrønu, har hann hevur hildið fyrilestrar um ymisk evni. Frá útróðrartúrum og nátaveiðutúrum eru nógvar upplivingar, har bæði vit beiggjar, børnini hjá Peturi og børn hjá systkjunum hava havt mangar góðar, avbjóðandi og stimbrandi løtur. Øll børnini hjá okkum systkjunum hava altið rópt hann Peturgubban.
Petur var stuttligur at vera saman við. Honum dámdi væl at fáa skemt burturúr – ofta á ein yvirraskandi máta. Á einum túri í USA í 2006 saman við starvsfelagum, vóru teir inni á einum rúmdarsavni í Washington. Útaftur komnir bilti Petur stjóranum inn, at hann hevði tikið eitt petti av einum mánasteini, ið var frá mánaferðini í 1969, við sær. Stjórin var ovfarin og roknaði við, at Petur fór at vera handtikin av CIA. Petur helt sær líka til teir vóru heimaftur komnir, tá stjórin fekk at vita, at tað var ein 1. apríl-søga. – Eina aðra apríl-søgu fekk hann eisini tey flestu fólk í Føroyum at trúgva uppá eina lítla løtu, tá hann í veðurtíðindunum 1. apríl 2019 segði frá um eina óvanliga hitabylgju fyri alla vikuna……
Røddin, sum gjøgnum útvarpið gjørdist landskend, og sum gjørdi veðurtíðindini við veðurteknum viðkomandi og upplýsandi, er nú tagnað.
Vit 6 systkini hava havt videosamrøðu hvørt sunnukvøld via Messenger seinastu umleið 2 árini, har vit hava tann stuttleika at skiftast um at senda ein drunn til hvønn annan – ein hvørt sunnukvøld. Petur var tann mest ýdni at halda fast við, at vit skuldu tosa saman hvørt sunnukvøld.
Petur var ein savnandi og hjálpandi ond. Tað kom næstan ikki fyri, at hann segði nei, um onkur bað hann hjálpa sær. Petur var sera familjukærur og hugsaði um okkum øll – ringdi altíð til høgtíðir og føðingardagar. Minnini frá barnaheiminum Petursborg og teir siðir, ið sermerktu heimið, tók hann við sær og hevur lagt tey í síni børn.
Í dag, 1. novembur, syngja vit: “Nú hvítna tindar fjøllum á”. Hesum sálmi eru vit øll vaksin upp við og hava eitt serligt, kensluborið tilknýti til, tí hann varð altíð sungin til árligu allahalgannakonsertina hjá Ljómi – fyrst á donskum og síðani á føroyskum, aftaná at mamma okkara hevði biðið Robert Joensen um at føroyska hann.
Petur var í nógv ár við til at skipa fyri minningarhaldi 1. novembur á Vinnuháskúlanum.
Nú minnast okor beiggja okra í dag, 1. novembur 2022.
Við hesum orðum – og við okra tonkum hjá tykon og øllum tykra, Nina, Ólavur, Laura, Paulina, Christian og Edit, vilja okor lýsa frið við minninum um okra elskaða beiggja, Petur Hans Dahl.
Helena, Magnus, Marjun, Jógvan og Elsa.
Facebook viðmerkingar