Fólkatingsvalið er av og nú talt er upp, gjørdist úrslitið so javnt, at føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini kunnu koma í avgerandi støðu.
Annað føroyska fólkatingsumboðið, Sjúrður Skaale, hevur boðað frá, at stuðulin hellur til sitandi donsku stjórnina, men ikki treytaleyst, sigur hann: “hesa støðu fara vit ikki at misnýta. Men vit fara at nýta hana til at fáa so nógv úrslit fyri Føroyar, sum gjørligt.”
Hvat merkir so hetta?
Í 1948 varð skipan sett í gildi millum Danmark og Føroyar – Heimastýrisskipanin og tilhoyrandi Heimastýrislóg – sum er grundarlag undir hvussu flestu samfelagsviðurskiftini í Føroyum eru skipaði í dag.
Í Heimastýrislógini verður skilt verður millum yvirtikin málsøkið – Føroysk sermál á Lista A – sum kunnu yvirtakast frá danska statinum til føroyskt ræði uttan samráðingar; og málsøkið á Lista B, sum eru málsøkið, sum við samráðingum kunnu yvirtakast. Afturat hesum eru tað nøkur málsøkið, sum ikki eru nevnd á Lista A ella Lista B, sum hava beinleiðis við skipanina av einum sjálvstøðugum stati at gera, m.a. uttanríkispolitik og verju- og trygdarmál – og eru hesi donsk málsøkið.
Síðani 1948 eru flestu málsøkini, sum nevnd eru í Lista A og á Lista B í Heimastýrislógini yvirtikin. Valdið og ræðisrætturin á hesum málsøkjum liggur hjá Føroyafólki – hjá Føroya Løgtingi og Føroya Landsstýri og hjá føroysku kommununum – eins og føroyski skattgjaldarin fíggjar rakstur av og íløgur til øll hesi málsøkini.
Nøkur málsøki eru ikki yvirtikin og verða hesi lutvíst ella heilt rikin og fíggjaði av danska statinum, m.a. her kemur eisini blokkstuðulin frá danska statinum til Føroyar inn í myndina.
Grugg er komið í skipanina
Á nógvum økjum er uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark sostatt nokk so greitt skipað. Men seinastu árini er tó grugg skapt í skipanina.
Frá danskari síðu eru nøkur máløkið, sum danska stjórnin hevur hug at “taka aftur” við grundgeving um, at málsøkini nú eru broytt til at fevna um “verju- og trygdarmálum” – dømið um hetta er telesamskifti.
Men eisini føroysku fólkatingslimirnar eru farnir undir at grugga skipanina.
Seinastu árini eru tað nógv dømi um, at føroysku fólkatingsumboðini afturfyri atkvøðu til donsku fíggjarlógina og stuðul til donsku stjórnina hava gjørt avtalur um fíggjarligan stuðul av donsku fíggjarlógini til ymiskar verkætlanir í Føroyum.
Eins og í flestu londum, so er alt útreiðslu-virksemi á donsku fíggjarlógini fíggjað av danska skattgjaldaranum. -Fíggjað við skatti frá fólki og fyritøkum úr Bornholm í eystri til Hirtshals í norðri, til Blåvand í vestri og suður Padborg við týska markið.
Í Danmark er eisini ein greiður skilnaður millum uppgávur hjá danska statinum og uppgávur hjá donsku kommunum. Lokalu søvnini í Skive eru t.d. fíggjaði av borgarunum og skattgjaldarunum í Skive kommune – og ikki av fíggjarlógini hjá danska Fólkatinginum. Eins og ítróttarhallirnar í Skjern er fíggjaðar av borgarum í Ringkjøbing-Skjern kommune – og ikki av danska statinum.
Í Føroyum eru bygdasøvn og ítróttarhallir eisini kommunal mál, men seinastu árini eru tað fleiri dømir um, at íløgur eru gjørdar kring landið, sum danskir skattgjaldarar hava goldið, hóast talan er um reint føroysk máløkir har føroysku kommunur hava uppgávuna og ábyrgdina.
Afturfyri stuðul og atkvøðu til donsku fíggjarlógina hava føroysku fólkatingsumboðini kravt fíggjarligan stuðul til verkætlanir kring landið – tvs. kravt at skattgjaldarar í t.d. Skive og Skjern í Danmark gjalda fyri m.a. bygdasøvn í Føroyum, hetta eisini hóast bygdasøvn í áratíggju hava verið føroyskt máløkið.
Spurningurin er so, hvat runavíkingar høvdu sagt, um skattakrónur úr Runavík skuldu gjalda fyri eitt mentanarhús í Ringkjøbing?
Er tað hetta Føroya Løgting og Føroya Landsstýrið vil?
Á einum valfundi herfyri hartaði annað fólkatingsumboðið hjá føroyingum eitt fyrrverandi fólkatingsumboð fyri at ganga ímóti viljanum hjá Føroya Landstýri í ávísum máli á Fólkatingi – spurningurin er so, um tað er í tráð við viljan hjá Føroya Landstýri og Føroya Løgtingi, at føroysku fólkatingsumboðini krevja pengar av donsku fíggjarlógini til t.d. bygdasøvn í Føroyum?
There ain’t no such thing as free money
“Er tað ikki deiligt at fáa gratis pengar”, hevur onkur ført fram seinastu vikurnar. Men tað finnast ikki “gratis pengar” – og so als ikki í politisku skipanini.
Aftanfyri “gratis pengar” er altíð eitt spæl um politiskt vald og politiska valdsmisnýtslu.
Til dømis vald til einstakar persónar um at vinna sess á Fólkatingi. Vald til danska statin, sum “keypir” sær “nýggja” viðurkenning í Føroyum. Valdsmisnýtsla har fólkatingsumboð og danski staturin gera seg inn á sjálvsavgerðarrættin í Føroyum. Og so framvegis…
Ynskir ein meiriluti á Føroya Løgtingi og Føroya Landsstýri at peningastreymarnir úr Danmark til Føroyar skulu økjast, so er hetta eitt mál, sum Føroya Løgting skal viðgera og atkvøða um. -Og vinnur hetta frama á Løgtingi og danski staturin er við uppá ætlanina, so má Føroya Løgting raðfesta hvussu pengarnar frá donsku fíggjarlógini skulu brúkast.
Nýggja siðvenjan, har fólkatingsumboð krevja pengar av donsku fíggjarlógini til t.d. bygdasøvn í Føroyum, snýr seg ikki um at býta virðini í føroyska samfelagnum (tí hesi virði eru ikki skapt í Føroyum), men um eitt spæl um politisk vald, um at varðveita persónligt vald og hjá danska statinum at varðveita vald í Føroyum (og fólk í m.a. Skive og Skjern gjalda rokningina).
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar