Nú er nýtt undirhús latið upp í Sumba, í sonevndu gomlu krambúðini hjá Leivur. Bygdasavnið í Sumba eigur húsini og leigar Sumbiar kommuna á 2. hædd, har undirhús nú er latið upp.
Eyðbjørn Thomsen greiður frá, at tankin um undirhús í Sumba hevur verið frammi í fleiri ár og er endamálið við undirhúsinum m.a. at geva bygdafólkinum eitt stað, har tey kunnu møtast til eitt prát og ein kaffimunn.
Undirhúsið í Sumba er “altíð” opið, tí lykilin er í einum lyklaskápi uttanfyri, sum fólk í bygdini kunnu fáa kotuna til.
Facebook viðmerkingar