Tíverri er tað ikki ókent, at ítróttarsambond í Føroyum leggja tiltøk í miðstaðarøkinum, sum eru trupul ella ógjørlig hjá suðuroyingum at luttaka í.
Frá TB-flogbólti senda tey um dagarnar út hjartasuff.
FBF (Flogbóltssamband Føroya) hevur stovnað ein flogbóltsskúla fyri ungar leikarar. Tað er fantastiskt, halda vit.
Men! Flogbóltsskúlin er tíverri ikki fyri okkara leikarar. Í hvørt fall ikki helvtina av tíðini, tí tað er ómøguligt hjá okkara leikarum at møta upp til venjing mitt í viku uttan so, at hetta gongur út yvir skúlagongdina.
Og ikki nokk við hesum, so forðar FBF so dyggiliga fyri, at okkara ungu leikarar hava møguleika at koma á landsliðini, tí luttøka í flogbóltsskúlanum er krav fyri at koma á u-landsliðini.
FBF eigur at vera við til at uppbyggja feløgini, vera ein stuðul og at tryggja, at flogbóltur er fyri øll í FO. FBF eigur ikki at gera mun á leikarum alt eftir, hvar teir búgva í landinum.
Í hesum døgum eru vit í TB flogbólti sera ørkymlaði um framtíðina hjá okkara ungu.
Ikki tykkum at siga, so hava vit í TB flogbólti altíð havt eina rúgvu av ungum og røskum leikarum. Vit hava enn ungar, raskar og dugnaligar leikarar, men talið er tíverri minkað seinastu árini, og hetta eggjar í hvørt fall ikki okkara ungu at halda á.
Vit sakna, at FBF hevur ein áhuga fyri okkara leikarum, at FBF vil gera alt fyri, at tey hava ein kjans á jøvnum føti við allar aðrar leikarar í landinum, at FBF spyr inntil okkara støðu, at FBF lærir seg ferðaætlanina
Facebook viðmerkingar