Í morgin, ónsdagin 9. november kl. 12:00, verður farið undir at asfaltera omanfyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Arbeiðið verður mett at taka uml. 10 yrkadagar og verður økið stongt fyri bilum og øðrum akførum, hetta tíðarbil(sí uppmerkta økið á myndini).
Atgongd til sjúkrahúsið, Læknamiðstøðina og Ellisheimið fæst við at nýta gongubreytina á sunnaru síðu, inn til høvuðsinngongdina. Atgongd til Læknamiðstøðina fæst eisini á gongubreytini á norðaru síðu á vegnum. Verður farið eftir sunnaru gongubreyt, má atlit takast til, um asfalterað verður tá farast skal tvørtur um vegin, til Læknamiðstøðina(sí puntutu reyðu strikurnar).
Meðan arbeiðið fyrigongur, koma sjúkrabilarnir at standa í økinum við kapellið og heita vit á fólk um at vísa ansni við hvar bilarnir verða settir, soleiðis at sjúkrabilarnir ikki verða tarnaðir.
Lýst verður aftur, tá arbeiðið er liðugt.
Suðuroyar Sjúkrahús
Facebook viðmerkingar