Ítróttur er fevnandi og snýr seg í stóran mun um samanhald og tað at savna og spjaða gleði.
Tá evarska lítli Herjólfur onkursvegna varð mettur at vera haldgóð loysn og bleiv settur inn fyri Smyril, so steðgaðu nærum øll ítróttartiltøk í Suðuroynni. Ítróttafeløg norðanfjørðs og í Suðuroynni mettu tað ikki vera skynsamt at senda børnini um Suðuroyarfjørð við Herjólfi, ið als ikki var ella er egnaður til siglingina á teininum.
Eitt tað løgnasta ítróttarsummarið nakrantíð, serliga hjá teimum yngru, varð veruleiki.
Nú er Herjólfur aftur í Íslandi og ein skuldi hildið, at nú valdaði friður. Men nei, nú meldar Flogbóltssamband Føroya seg inn í dystin og heldur fram við somu kós, sum landsstýrið brúkti, tá leitað varð eftir avloysaraferju fyri Smyril.
Flogbólturin hevur ríkað og stolta siðvenju í Suðuroynni, einamest Tvøroyri. Tað er ikki tann deild, serliga á kvinnu/gentusíðuni, ið TB ikki hevur vunnið fleiri ferðir. TB er so at siga altíð umboðað á landsliðnum hjá kvinnum og øllum yngru deildunum.
Flogbóltssamband Føroya hevur nú ein flogbóltsskúla fyri ungar leikarar á stovn. Í sær sjálvum eitt framúr átak, ið einans kann vera mennandi fyri tey íðkandi. Tó so er okkurt, ið skurrar, tí tað tykist sum, at fólkini handan hugskotið hava gloymt, at tað er ein verð sunnan fyri meginøkið.
Hesin góði flogbóltsskúli er lagdur soleiðis til rættis, at hann er ein fyritreyt fyri, at leikarar skulu sleppa á landsliðið. Hædd verður als ikki tikin fyri, hvar leikararnir koma frá. Leikararnir skulu bara møta upp, um teir ynskja at umboða Føroyar.
Skulu suðuroyingar luttaka, so mugu skúla- og arbeiðsdagar leggjast niður. Skúli, arbeiði og alt má lúta, tí nú hava nøkur ljós høvd á meginøkinum fingið enn eitt hugskot, ið amputerar uml. 4.600 fólk frá luttøku. Hvussu ber tað til, at tílíkt sær dagsins ljós yvirhøvur?
Her verður farið beint ímóti prinsippinum um, at ítrótturin skal vera fyri øll, vera savnandi og spjaða gleði. Her verða nøkur sáldað frá, uttan so, at tey forsøma skúla og arbeiði ella flyta av oynni.
Ynskiligt hevði verið, at Flogbóltssamband Føroya trein niður av himmalsku rókini eina løtu og hugdi limirnir í eyguni. Ynskiligt hevði verið, at FBF kom við eini umbering og setti sær fyri at bera so í bandi, at ØLL kunnu vera við.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar