54.100 búðu í Føroyum í oktober — 1,2% fleiri enn í fjør

Stívliga 54.100 fólk búðu í Føroyum 1. oktober. Tað eru góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Fólkatalið veksur í flestu økjum kring landið. Sæð undir einum minkaði fólkatalið í Suðuroynni seinastu 12 mánaðirnar – vøkstur var í nøkrum kommunum og minking í øðrum.

Les eisini meiri her.

Facebook viðmerkingar