Nú løgtingsval er útskrivað hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, í døgunum áðrenn løgtingsval varð útskrivað, tann 8. novembur, stovnað felag, sum skal standa fyri at gera Suðuroyartunnilin.
Talan er um eitt alment partafelag og partapeningurin er 4 milliónir krónur. Tey, sum manna nevndina, eru væl kend við undirsjóvartunlar tí tey hava tilknýtið til undirsjóvartunlarnar, sum eru gjørdir. Nevndarformaður er Bergur Poulsen á Skála og næstforkvinna er Marita Súsanna Hentze á Argjum. Nevndarlimir eru Gudmund Mortensen á Tvøroyri, Mathea Hilduberg í Havn og Uni Danielsen í Hoyvík. Tey eru øll í nevndini, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Stjóri fyri felagnum er Teitur Samuelsen, sum eisini er stjóri í felagnum, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Endamálið hjá felagnum er at gera undirsjóvarunnil ímillum Sandoy og Suðuroy, og teir vegir, sum krevjast í sambandi við tað. Endamálið er eisini reka tunnilin, tá ið hann er gjørdur
Facebook viðmerkingar