Mugu sláa manngarð um Suðuroynna

Við jøvnum millumbilum eru fólk úr ymiskum herðashornum frammi í miðlunum og leggjast eftir skipanum og arbeiðsplássum, sum virka væl í Suðuroynni – um dagarnar vóru aftur tvey dømir um tað.

Tórskvøldið var Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, í Degi & Viku og hartaði politisku skipanina fyri at hava ein vinnupolitikk, sum tryggjaði at arbeiðspláss vóru í ávísum støðum í landinum – og nevndi stjórin í Vinnuhúsinum ítøkiliga, hetta við at krav varð um at virka fisk í ávísum støðum.

Tey flestu, sum kenna eitt sindur til føroysku alivinnuna, vita, at stjórin í Vinnuhúsinum sipaði til virksemi hjá Bakkafrost í Suðuroynni, har lógarkrav er, at laksur, sum verður aldur á firðum í Suðuroynni, skal virkast í Suðuroynni.

Á firðunum í Suðuroynni – Vágsfjørði, Hovsfjørði, Trongisvágsfjørði og Hvalbiarfjørði – verða virðir skapt fyri 100tals milliónir hvørt ár. Sjálvandi skulu hesi virðir eisini skapa virksemi í Suðuroynni – tað gera tey í dag, og tað skulu tey eisini framhaldandi gera. Eisini hóast stjórin í Vinnuhúsinum meinar okkurt annað.

Fríggjakvøldið í Degi & Viku var tað so enn eitt álop á Heilsuskúla Føroya, sum er í Skúladeplinum í Suðuroy. Eitt av mongum álopum um staðsetingina í Suðuroynni er orsøkin til starvsfólkatrupulleikan á eldraøkinum. Nei, orsøkin er ikki staðsetingin av Heilsuskúlanum, men fyrst og fremst at lønin er ov lág – hetta fara vit í Tjóðveldi eisini at gera nakað við.

Umstøðurnar hjá lesandi á Skúladeplinum kunnu tó altíð bøtast. Longu fyri 11 árum síðani, í 2011, gjørdu arbeiðsbólkur, sum undirritaði stóð á odda fyri, uppskot um næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy, hetta fyri at tryggja lesandi á Skúladeplinum betri umstøður (lesið um tað niðanfyri). Hetta málið skal takast uppaftur og ætlanina um næmingaheim við Skúladepilin skal á skrá komandi valskeið.

Støðan hjá okkum í Suðuroynni er einføld: Okur mugu sláa manngarð um Suðuroynna og seta ferð á arbeiðinum við menning í Suðuroynni.

Hetta er eisini ein av orsøkunum til at eg bjóði meg fram til løgtingsvalið.

Dennis Holm
Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar