Í 2011 varð álit skrivað um ”Gagnnýtslu av Skúladeplinum í Suðuroy”. Høvuðsendamálið við álitinum var at fáa lýst hvussu Skúladepilin í Suðuroy kundi gagnnýtast betur og kann gerast ein vitanardepil, sum kann vera við til at styrkja Suðuroynna útbúgvingarliga, mentanarliga og vinnuliga. Arbeiðsbólkurin skuldi eisini koma við uppskotum til útbyggingar kring skúlan, so sum næmingaheim og ítróttarverkløg o.a.
Millum tilmælini frá arbeiðsbólkinum var tilmælið um at seta á stovna pedagoghjálpara-útbúgving / námsfrøðihjálpara-útbúgving – og hendan útbúgvingin byrjaði sum kunnugt í august í fjør.
Umframt tilmælið um nýggjar útbúgvingar varð eisini gjørt eitt ítøkiligt uppskot um at byggja nýtt næmingaheim við Skúladepilin – ein verkætlan, sum gekk undir heitinum “Kumpassin við Skúladepilin í Suðuroy”.
Orsøkin til heitið “Kumpassin við Skúladepilin í Suðuroy” er, at uppskotið um næmingaheim fevnir um at byggja 11 íbúðareindir og 1 felagshús, sum eru skipaðar sum kumpass í lendinum eystanfyri Skúladepilin.
Hvør íbúðareind er 144 fermetrar til støddar. Í hvørjari íbúðareind eru 4 íbúðir og eru tað sostatt tilsamans 44 íbúðir á 36 fermetrar, umframt eitt felagshús á 144 fermetrar í næmingaheiminum. Í hvørjari íbúð var: durur, baðirúm, tvey kømur, alrúm við køki og stovu, og útgongd til terassu.
Í tilmælinum varð eisini ein ítøkilig kostnaðarmeting gjørd av fakfólki, sum mettu, at tað fór at kosta 20 mió. kr. umframt grundøkið at byggja næmingaheimið. Uppskotið fevndi eisini um skipan av fíggjarliga partinum.
Uppskot í álitinum “Gagnnýtsla av Skúladeplinum í Suðuroy” kann lesast her.
Nú fleiri yrkisútbúgvingar – heilsuhjálpari, heilsurøktari og námfrøðihjálpari – eru á Heilsuskúlanum og lesandi koma úr øllum landinum, so er tørvurin á einum næmingaheimi størri enn nakrantíð áður. So tað er rættiliga upplagt, at farið verður undir at gjøgnumføra ætlanina við næmingaheiminum “Kumpassin við Skúladepilin í Suðuroy”.
Við einum næmingaheimi við Skúladepilin í Suðuroy hevði tað verið munandi lættari hjá lesandi úr øðrum pørtum av landinum at fingið bústað, tá tey fara undir útbúgving á Skúladeplinum í Suðuroy. Næmingaheimið hevði eisini skapt eitt hugnaligt lestrarumhvørvið og í felagshúsinum hevði eisini kunna verið skipað fyri felags barnaansing, um tørvur var á tí – umframt at húsið hevði kunnað verið brúkt til felags tiltøk og virksemi.
Heldur enn at bróta niður vælvirkandi Heilsuskúla Føroya við Skúladepilin í Suðuroy, so er at leggja afturat skúlanum, soleiðis at ein meiri fæst burturúr teimum møguleikunum, sum eru bæði á Heilsuskúlanum og Miðnámsskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar