Nú er løtan komin, sum føroyingar hava longst eftir leingi.
Nú liggur fyri hjá okkum at fáa sjálvstýri.
Alkunnugt er, at fyrsta takið á sjálvstýrisleið var fundurin í Tinghúsunum annan jóladag 1888. Har var samtykt at stovna eitt felag, og tað kom í lag 27. januar 1889 tí tá var Føringafelag stovnað við tí endamáli at ”fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir”.
Hetta tóktist ein veruleikafjarur dreymur í 1889, tí tá var Danmark so nógv ríkari enn Føroyar. Alt vald var í hondunum á embætismonnum stjórnarinnar, og teir nýttu øll kneb fyri at fáa føroyingar til ikki at standa saman so teir ikki blivu sjálvbjargnir.
Men nú hava vit eitt sera dugnaligt búskaparráð, sum ger hagtøl yvir hvussu til stendur fíggjarliga hjá Føroyum.
Hetta búskaparráð ger upp hvussu stór heildarframleiðslan er í Føroyum, og hvussu høg hon er samanborin við bruttofaktorúrtøkuna fyri hvønn íbúgva í øðrum av heimsins londum.
Her kemur nógv áhugavert fram.
Fyri tað fyrsta vísir tað seg, at tað markmið sum Føringafelag setti sær fyri 27. januar 1889 er rokkið.
Føroyingar hava hildið saman og eru gingnir fram í øllum lutum so teir eru blivnir sjálvbjargnir.
Miðalinntøkan hjá hvørjum føroyingi er hægri enn hjá hvørjum dana. Tað var hetta sum í 1889 var hidið fullkomuliga veruleikafjart. Hetta hevur verið støðan síðan 2016, og munurin millum Danmark og Føroyar er bara vaksin hesi ár.
Vert er at hava í huga, at Danmark ikki er nakað fátækt land, men er eitt av heimsins ríkastu londum. Tað er í hesum hópi at Føroyar eru. Og tað er merkisvert, tí hetta er tað sum vit framleiða sjálvi.
Í altjóða samanberingum eru Føroyar eisini merkisverdar á ein annan hátt. Á hvørjum ári fáa vit ein stuðul úr Danmark sum er uppá 19.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Hetta kemur omaná okkara egnu framleiðslu, okkara bruttofaktorúrtøku, og veksur um okkara bruttofaktorinntøku. Hetta tal er eitt tað størsta, sum nakað land í heiminum yvirhøvur fær í studningi. Hvussu nógv gagn henda upphædd ger er sera ivingasamt. Vit kunnu samanbera tað við at vit hava seyð í fitilendi, og so ganga við kraftfóðri at geva afturat. Tá verður lítið gott burturúr.
Orsøkin til at vit hava fingið slíkan framburð, er nevniliga at vit í 1948 fingu einarætt til at krevja upp skatt í Føroyum. Vit fingu tí okkara egna landskassa. Men tíverri hava teir, sum hava havt hetta frálíka amboð, ikki nýtt teir møguleikar til fulnar, sum tað gevur.
At vit hóast tað hava tikið okkum so langt fram, sum vit hava, er besta prógvið fyri at føroyingar yvirhøvur eru dugnaligari enn teir danir og føroyingar, sum hava stýrt okkum.
Besta prógvið fyri hesum er at teir ikki hava kravt upp tann skatt, sum raksturin av okkara landskassa kostar. Heldur enn at venda sær til teir av landsmonnum okkara sum eru væl fyri og greiða teimum frá at vit skulu gera okkara landskassa føran fyri at verja teir og okkara land so vit kunnu liva í trygd, so tosa politikarnir um skattalætta.
Fyrr í ár høvdu vit Bretlandi ein forsætisráðharra, sum vildi geva teimum ríku skattalætta. Tá bretar sóu hvussu garvilt hetta var, varð hon rikin av palli eftir nøkrum døgum.
Hjá okkum verða skattalættarnir hjá okkum ríku føroyingum fíggjaðir av teimum fátæku dønunum. Afturfyri sleppur danski staturin at hava so nógv vald her hjá okkum, at teir ferð eftir ferð hava spent fót fyri okkum tá vit hava havt mótrák. Enn vena vit okkum um tá teir eftir 6. oktober 1992 løgdu samfelagið lamið og róku 14.000 føroyingar av landinum. Tá høvdu vit við einum láni til okkara landskassa kunna loftað allari kreppuni og goldið aftur við sámiligum skatti.
Tað sum tá hendi kann henda aftur og tí hava vit onga trygd fyri nøkrum so leingi vit lata danskar statsstovnar ráða yvir lagnu okkara.
Tí er tað rætta hjá okkum at skriva eitt bræv til donsku stjórnina og boða henni frá, at hon kann sleppa frá at leggja skatt á sínar fátæku veljarar fyri at flyta upphæddina til Føroya tí vit kunnu sjálvir.
Tað fer at vera avbera gott fyri báðar partar.
Zakarias Wang
Facebook viðmerkingar