DR leitar eftir kvinnuligum valevnum

DR leitar eftir kvinnuligum valevnum – sum hava merkt mótvilja og fordómar.

Danmarks Radio ringdi í gjár. Journalisturin vildi fegin tosa við kvinnulig valevni, og spurdi hví eg stilli upp, hvørji míni hjartamál eru og hvat eg havi arbeitt við frammanundan.

Tá vit høvdu tosað eina løtu, gjørdist greitt fyri mær, at eg umboði ikki tann vinkulin, sum journalisturin leitaði eftir. Seinni samskiftu vit á sms, tí eg skuldi upplýsa nær pallborðskjak verður – TTK 5. desembur í Løkshøll. Eg fekk svar aftur, at hon hevði funnið annað valevni, sum hevur upplivað “noget modvilje og fordomme i forbindelse med hendes kandidatur”.

Eg svaraði aftur, at eg vildi fegin luttaka og umboða tann størsta partin av okkara fólki, sum jú eru fyri javnstøðu. Tað hevði ikki áhuga.

Eg veit ikki hvør útvalda valevni er, men tað eru sjálvandi eisini nøkur at velja ímillum, tí sjálvandi hevur onkur verið fyri mismuni. Men als ikki allar.

Tað er einki at ivast í, at ein ávís kvinna hevur havt tað hart í sínum fyrrverandi flokki. Men var tað tí, at hon er kvinna, ella tí at hon umboðar eitt annað virðisgrundarlag ? Hon er farin úr flokkinum, og hon er ikki tann einasta. Fleiri menn fóru eisini, tí teir umboða onnur virðir – virðir, sum hóska seg til dagsins samfelag.

Tað er einki at ivast í, at ungu løgtingskvinnurnar í undanfarnu setu hava upplivað óhóskandi atburð á tingi – og tær hava varpað ljós á, at soleiðis uppførir mann seg ikki.

Í mínum virki sum byggiverkfrøðingur og innan KT, havi eg arbeitt í fleiri ár á arbeiðsplássum, har meirilutin hava verið menn. Eg havi ikki upplivað mismun ella fordómar. Eg havi mest av øllum upplivað serstakliga gott, stuttligt og mennandi arbeiðsumhvørvi.

Tíðindaflutningur, sum bert hevur til endamáls at varpa ljós á tað negativa ávirkar okkum og ger, at vit hugsa verri um okkara samfelag.

Til dømis skuldi stjórin í Landsverk standa skúlarætt í Degi og Viku, tí at ein tunnil var liðugur fyrr enn ætlað. Gamaní eru nakrar byggiverkætlanir hjá landinum eru endaðar sum byggigølur, men nógv gongur eisini væl – og í hesum førinum burdi mann heldur hátíðarhildið, at tað gongur betur enn ætlað.

Eg vóni, at DR fer at gera eina sending, sum umboðar heildina og fjøldina – og ikki lýsir okkum sum eitt afturhaldssinnað, mannchauvinistiskt samfelag.  Tí soleiðis havi eg ikki upplivað Føroyar.

Hetta er ikki ein valgrein, men set kortini X við E

Sigrid J. Dalsgaard, valevni fyri Tjóðveldi til Løgtingsval 2022

Facebook viðmerkingar