Reyði Krossur tekur ímóti brúktum klæðum í endurnýtslubingjum kring alt landið. Ein partur av klæðunum verða seld í endurnýtsluhandlum okkara við tí endamáli at savna inn pening til at hjálpa, har neyðin er størst. Og ein partur av klæðunum verður latin til fíggjarliga sperdar familjur ella einstaklingar í Føroyum. Kunnu brúktu klæðini ikki endurnýtast í Føroyum, verða tey seld til Týsklands.
Nú veturin stendur í durunum, og tað plagar at regna aftur meira, enn vanligt, kann tað tíverri henda, at klæðini gerast vát, tá tey verða løgd í bingjurnar. Tá verður verri at endurnýta klæðini.
Tí verður heitt á øll, ið lata klæðir til Reyða kross, um at minnast til at koyra klæðini í posar, og at binda væl fyri posan.
Hjartans tøkk fyri stuðulin.
Facebook viðmerkingar