Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum: Javnaðarflokkurin legði valskrá floksins fram í Løkshøll í Runavík í dag.
Yvirskipaði boðskapurin í valskránni er, at Skil má vera í, ikki minst fíggjarliga.
Freistandi er at lova í eyst og vest í valstríði.
Men fyri Javnaðarflokkin er umráðandi, at alt, sum verður lovað, eisini verður fíggjað.
Burturúr valskránni kunnu vit nevna hesi øki:
Fíggjarligt skil í
Vit skulu hava mál fyri útreiðsluvøksturin.
Skattalættar mugu fíggjast.
Uppisjóvarvinnan og alivinnan mugu rinda meira.
Lættari gerandisdag
Arbeiðsvikan skal niður í 37 tímar. Lønin skal vera óbroytt.
Vit vilja geva lønarlyft til umsorganarøkið.
Mótrokningin av arbeiðsinntøku í fólkapensjónini skal so líðandi burtur.
Bíligari gerandisdag
Skattalætta og hægri barnafrádrátt til lág- og miðallønt.
MVG av mjólk, breyði, frukt og grønmeti.
Fíggjarligt ískoyti til fíggjarliga sperd húski.
Almannagagnligar leigu-íbúðir.
Grønari gerandisdag
Í 2030 skal øll el-orka á landi vera frá grønum orkukeldum.
Allir lønarbólkar, vinnugreinir og landspartar skulu við í grøna skiftið.
Landið skal bindast til at ganga undan.
Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um, at javnstøða er á upptillingarlistanum, 18 kvinnur og 18 menn.
Tey, sum hava bjóðað seg fram sum valevni til løgtingsvalið 2022 eru:
Aksel V. Johannesen
Bergur Robert Dam Jensen
Birita Baldvinsdóttir Iversen
Birita Matras Petersen
Birna Heinesen
Bjarni Arge
Bjarni Hammer
Bjørg Dam
Djóni Nolsøe Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Hans Jacob Thomsen
Harriet Jørginsdóttir
Heðin Mortensen
Helga Bára Mohr Vang
Henrik Old
Herborg Torkilsdóttir
Ingilín D. Strøm
Jógvan Kallsgarð
Jóhannis Joensen
Kim Durhuus
Kristianna Winther Poulsen
Laura Apol
Magna Eliana Mørkøre
Malan á Dunga
Margit Stóra
Marnar Fríðheim Kristiansen
Milia Egilsnes Anda
Ólavur Larsen
Óli Jákup Jacobsen
Paul Kjartan Matras
Sára Gullfoss
Sigrið Sámalsdóttir Hentze
Súni Selfoss
Súsanna Bertholdsen
Terji Beder
Uni Holm Johannesen
Facebook viðmerkingar