Seinastu árini hava hovbingar og onnur arbeitt við stórari verkætlan, har ætlanin er at byggja Víkingaskip í Hovi.
Nevndin fyri Víkingaskipið hevur gjørt samstarvsavtalu við Thomas Finderup og Guðmund Sjúrðarson Norðbúð um at byggja ein eftirlíking av Gokstadskipinum í Hovi. -Og eru tekningar av Gokstadskipinum fingnar til vega og avtalu er gjørd um tilfar úr Danmark.
Í dag var stórur dagur, tí nú er jarnsmiðjan, har allir seymir o.a. til víkingaskipið skulu smíðast, reist.
Lesast kann meiri um Víkingaskipið á www.vikingaskipid.com
Niðanfyri eru fleiri myndir
Facebook viðmerkingar