Seinasta árið ella so, havi eg arbeitt ítøkiliga við einari loysn á bústaðarneyðini. Eg havi verið á fundi við peningastovnar og Bústaðir, og báðir partar eru sera áhugaðir í júst hesari loysnini við lutaíbúðum, tí vit vita jú, at kring alt landið er ungar familjur, einstaklingar, eldri pør og onnur, sum leita eftir bústaði til hóskandi kostnað – talan er bæði um fólk, sum sóknast eftir fyrsta bústaðinum, ella fólk sum ynskja at flyta úr stóru sethúsunum í ein minni bústað, tí tey eru komin til árs. Eftirspurningurin – bústaðarneyðin um tú vil – er størst í og kring miðstaðarøkið, men eisini úti á bygd eru stórar avbjóðingar við at finna hóskandi bústað, um nakran yvirhøvur.
Føroya Lutaíbúðarfelag sum loysn
Tankin handan Føroya Lutíbúðarfelag er nettupp at arbeiða við alternativum loysnum, sum føra við sær, at fólk kunnu fáa eitt heim fyri ein rímiligan kostnað. Ein lutaíbúð er eitt heim, sum tú keypir, men tú tekur einans lán uppá 20% av kostnaðinum.
Dømi:
Um lutaíbúðin kostar 1,8 milliónir at byggja, skalt tú hava lán á 360.000, restin tekur Føroya Lutaíbúðarafelag lán uppá, og so rindar tú títt bankalán aftur og eina leigu til Føroya Lutaíbúðarafelag fyri rest. Hetta ger, at tú einans skal hava 360.000 í láni, men hevur kortini fullan rætt á heiminum, og kann ikki t.d. blakast út ella nakað líknandi.
Í stuttum snýr tað seg um at byggja so bíligt sum til ber. Hetta merkir eisini, at byggjast skal einfalt – t.d. tvey sløg av íbúðum, íbúðir við 2 kømrum og íbúðir við 3 kømrum. Og so skal byggjast eitt stórt tal av hesum íbúðum, fyri at fáa eindarkostnaðin niður.
Ikki minst so skal Føroya Lutaíbúðarfelag fevna um alt landið, tvs. at “somu” íbúðir kunnu byggjast úr Sumba norður til Viðareiðis og vestur í Vágar, eins væl og í og kring miðstaðarøkið – um eftirspurningur er eftir tí.
Ítøkiliga er hetta tankin, eg havi arbeitt við:
- Føroya Lutaíbúðarfelag verður stovnað við tilknýti til Bústaðir.
- Føroya Lutaíbúðarfelag umsitur og veitur tænastur til lutaíbúðirnar hjá felagnum kring landið.
- Samstarv verður gjørt við fíggingarstovn um fígging (ella Bústaðir fær heimild at fíggja, eins og Tjóðveldi leggur upp til í valskránni)
- Samstarv verður gjørt við byggifyritøku um bygging fyri fastan fermetur prís.
- Við at byggja t.d. 200 íbúðir kring landið, einfalt bygdar og “identiskar”, so gerst eindarkostnaðurin so lágur sum til ber – og hetta ávirkar eisini leigukostnaðin.
- Føroya Lutaíbúðarfelag lýsir eftir áhugaðum keyparum.
- Allar kommunur í landinum kunnu verða við, treytin er, at ítøkiligur áhugi er frá fólki á staðnum.
- Føroya Lutaíbúðarfelag keypir grundstykki frá kommunum.
- Síðani verða avtalur gjørdar við keyparan, sum eisini veitur fíggjarliga trygd í samband við avtaluni.
- So verður farið at grava út, gera byggibúgvi og síðani byggja – og Bústaðir hevur byggieftirlit.
- Tá íbúðirnar eru lidnar, flyta keypararnir inn – og limaskapurin í Føroya Lutaíbúðarfelag byrjar.
- Høvuðsendamálið er at fáa bygt lutaíbúðir kring alt landið, tvs. skipað soleiðis fyri, at lutaíbúðir kunnu byggjast kring alt landið.
Keyparar – tvs. tey, sum eiga eina lutaíbúð – rinda eitt innskot, sum gevur teimum atgongd og “eigaraskap” til at brúka júst sína ávísu lutaíbúð – talan kann til dømis verða um lutaíbúð í Porkeri, í Sørvági ella í Havn.
Hvør eigari rindar húsaleigu til Føroya Lutaíbúðarfelag. Lutaíbúðarfelagið rindar lánsgjald, trygging og viðlíkahald, meðan tann einstaki eigarin rindar fyri egna orkunýtslu. Lutaíbúðarfeløg fáa eins og privatir sethúsaeigarar rentustuðul.
Skipanin við lutaíbúðum ger, at tað er lættari at fáa egna íbúð, tí hvør einstøk familja skal “bara” koma við innskoti á 20% av byggikostnaðinum, sum kann lánifíggjast, um tann einstaki ikki hevur tøkan pening. Tá stórt tal av íbúðum verður bygt, verður eindarkostnaðurin lágur, og húsaleigan tí eisini so lág sum tilber. Ikki minst, so er bústaðarskylda í lutaíbúðum, tvs. at spekulerast kann ikki í lutaíbúðum.
Bústaðarbygging í Føroyum er broytt nógv seinastu 10-15 árini. Fyri t.d. 15 árum síðani var bústaðarbygging ein spurningur um at ein byggimeistari bygdi t.d. einari ungari familju eitt heim og fekk løn og vann eitt sindur av pening uppá at byggja húsið. Seinastu árini eru bústaðir í vaksandi mun vorðnir ein handilsvøra, sum m.a. fyritøkur royna at vinna so nógvan pening sum gjørligt uppá – og eftirspurningurin hevur eisini kroyst prísin upp.
Tað er sum heild natúrligt, at fyritøkur vinna pening, spurningurin er hinvegin, um tað er “í lagi” at hava heilt óvanliga stóran vinning uppá bústaðarneyðina hjá fólki – er tá ikki tørvur á alternativum loysnum?
Føroya Lutaíbúðarfelag er ein partur av loysnini á bústaðartrupulleikanum – og hetta er eitt av málunum, sum eg havi arbeitt við og fari at arbeiða víðari við, tá Tjóðveldi vónandi er komið í samgongu eftir løgtingsvalið.
Dennis Holm
Valevni hjá Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar