Tíðaravmarkað lærarastarv í Sumbiar skúla

Tíðaravmarkað lærarastarv í Sumbiar skúla er lýst leyst til setanar skjótast gjørligt.

Søkt verður eftir einum lærara, tað sum eftir er av skúlaárinum 2022/23. Í tíðaravmarkaða starvinum eru umleið 16 tímar vegna avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir at umsøkjari verður settur.

Tann, sum sett/ur verður, skal:
– Undir ábyrgd leiðslunar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
– Dugu at samstarva og vera fyrikomandi.
– Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.
– Vera við til áhaldandi at menna skúlan.
– Vera stundislig/ur og nærlagdur.

Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í m.a.: Føroyskum, donskum og støddfrøði.

Førleika krøv

Læraraútbúgving, og førleika í nevndu lærugreinum.

Umsøkjarar, sum ikki hava læraraprógv, men aðra viðkomandi útbúgving kunnu eisini søkja.

Lønar og setanartreytir:
Lærara starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2. Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til

Sumbiar skúla,

Ovarivegur 9,

postrúm 100,

970 Sumba

í seinasta lagi 16 des. 2022 kl. 12.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðruna í Líðini, á tlf. 278572 t-postur: gj0602n4@skulin.fo

Facebook viðmerkingar