Flestu børn byrja í barnaansingini, áðrenn tey fyrstu ferð fylla ár. Tað hevur alstóran týdning, at byrjanin í lívinum verður so góð, trygg og mennandi, sum yvirhøvur gjørligt.
Okur hava eina barnaansing í heimsflokki, men tað er ein staðfest avbjóðing, at fáa nóg mikið av umsøkjarum til størvini á barnaansingarøkinum og til at taka útbúgvingarnar.
Tey hava stóra ábyrgd, at okkara børn mennast, føla seg trygg og trívast í dagligdegnum. Tí er tað uppá sítt pláss, at geva starvsfólkunum eitt lønarlyft sum veruliga munar. Tá vil áhugin fyri fakinum gerast eyðsýndur, dygdin vildi fylgt við og barnaansingin hevði fingið ta virðing, ið hon hevur uppborið.
Næstu samráðingarnar eiga tí at verða trýpartasamráðingar við landinum sum triðjapart. Boytingin vildi kosta nakað í byrjanini, men ein tílík íløga í børnini, hevði skjótt verið spard inn aftur seinni í lívinum.
Starvsfólkini í barnaansingin skuld eisini havt møguleikan at fylgt børnunum, eftir at tey byrja í fólkaskúlanum. Skiftið frá barnaansing til fólkaskúla er í so knappligt og kann tykjast ógvisligt.
Tillagingartíðin saman við børninum, frá barnaansing til skúlagongd, vildi tað verið ein kærkomin stuðul og hjálp hjá barninum. Undirvísingin hevði verið meiri hugsavnað, samstundis sum tað námsfrøðiliga sjónarhornið vildi fingið sín fulla virknað.
Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar