Seinastu tíðina hava fleiri sæð ein hvítan stara – ein albino stara – úti á Nesi í Vági. Og nú eru starin eisini avmyndaður millum vanligar svartar starar, meðan teir eta breyðmolar í kuldanum.
Starin er sæddur oftani seinastu árini og hevur hann eisini hildið til í grótgarðinum framvið Nesvegin, har fólk eisini hava sæð hann, tá tey eru farin framvið til gongu.
Tað er ikki ókent, at starar eru albino, men vanliga er onkur partur svartur á staranum, hóast stórur partur er hvítur. Albino starin á Nesi er allur hvítur.
Myndirnar tók Finn Gærdbo.
Facebook viðmerkingar