Nissutúrur leygarmorgunin 17. desembur kl. 11 frá Miðlatúni.
Í heyst hevur Hvistan skipa fyri heilsutúrum leygardagar. Nú árið er komið at halla, eru bert tvey tiltøk eftir, har annað er nú leygardagin kl. 11.00.
Nissutúrurin er skipaður soleiðis, at luttakararnir eru nissuklæddir; við nissuhúgvu, reyðari nøs, jólaklæðum ella líknandi. Eins og heilsutúrarnir verður byrjað við Miðlatún og ein er ígongd í 15minuttir, so verður vent og leiðin løgd aftur til Miðlatún, íalt 30minuttir.
Tá ið komið verður aftur í Miðlatún er lutakast millum øll tey luttakandi um eina gávukurv, umframt at Hvistan bjóðar kakao og bollar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Facebook viðmerkingar