Tað var sannur hátíðardámur í Vági, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum varð heiðraður við ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’. Hetta fyri trúgva tænastu í fleiri enn fýrati ár hjá SEV.
Umframt familju hjá Jóanesi vóru verandi og fyrrverandi starvsfelagar savnaðir at hátíðarhalda dagin saman við honum á Hotel Bakkanum.
Umframt aðrar røður, hildu Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, sum var stjóri hjá Jóanes í 25 ár, røðu fyri honum. Báðir róstu teir Jóanes m.a. fyri dugnasemi, nærlagni og serstakan røkjuskap í sínum starvi.
Hesi gott 40 árini, Jóanes hevur starvast hjá SEV hevur hann verið verkmeistari á Vágsverkinum í 10 ár. Broytingarnar hava verið nógvar og stórar hesi árini, og menningin á økinum ikki minni.
Frá olju, motorum og manuellum mannagondum til vind, sól, battaríir og automatik.
Tá Jóanes sum 27 ára gamal í 1982 byrjaði í starvi hjá SEV, ímyndaði hann sær ikki, at motorarnir á Vágsverkinum fóru at standa stillir, meðan vindur, sól og battaríir veittu suðringum streym.
Les meira um Jóanes https://bit.ly/3hIK07v
Facebook viðmerkingar