Aksel V. Johannesen, nývaldur løgmaður, kunngjørdi fyrrpartin hvørji koma at siga í nýggja landsstýrinum.
Fyri Javnaðarflokkin:
Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum
Fyri Tjóðveldi:
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum
Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum og samferðslumálum.
Fyri Framsókn:
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum.
Hesi hava øll sagt tingsessir sínar frá sær, og koma hesi á Løgting í teirra stað.
Fyri Javnaðarflokkin: Súsanna Bertholdsen, Kristianna Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus.
Fyri Tjóðveldi: Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard
Fyri Framsókn: Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen.
Facebook viðmerkingar