FC Suðuroy og Pól Thorsteinsson hava gjørt avtalu um at Pól verður venjari hjá 2. deild hjá monnum kappingarárið 2022.
Pól hevur seinastu árini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum hjá FC Suðuroy og hevur ikki minst drúgvar royndur sum leikara, bæði sum yrkisleikari uttanlands og í Føroyum, og sum leikari á føroyska A-landsliðnum.
Vit gleða okkum til samstarvið við Pól Thorsteinsson og farið er longu undir fyrireiking til komandi kappingarár, skrivar FC Suðuroy á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar