Nógv verður gjørt burtur úr nýggjárinum á Tvøroyri og nógv eru tey, ið síggja fram til spennandi og innihaldsríka dagin.
Longu ónsdagin 28. desember verður lagt til brots á Hvítanesi, tá kyndlar skulu gerast. Jú fleiri luttaka, jú skjótari gongur og øll eru vælkomin at hjálpa til, frá kl. 17:00 í bygninginum hjá Teknisku deild á Hvítanesi.
Leygardagin 31/12 skipar Nýggjársnevndin fyri morgunmati á Seglloftinum. Her er høvið at leggja lunnar undir ein spennandi dag og fáa eitt gott prát um tað sum fer at fyriganga. Tiltakið verður frá kl. 10:00 – 12:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Oyrnafjall “stendur fyri skotum” frá kl. 14:00. Túrurin gerst alsamt betur umtóktur ár undan ári og ikki er óvanligt at millum 150-200 fólk henda dag leita sær niðan til fantastiska útsýnið yvir Trongisvágsfjørð. Vitjandi úr øllum landinum plaga at vera við, ja enntá fleiri fólk uttanlands. Komin oman aftur, bjóða Dagmar og Heri Højsted væl smakkandi suppu til øll tey, ið máttu hava hug til tess. Veitingin av suppu støðgar kl. 18:00.
Kyndlagongan byrjar á gomlu Bedingini, tætt veð EL-handilin hjá Bærendsen kl. 23:30 og gingið verður í samlaðum flokki gjøgnum Húsgarð og oman til nýggjársbálið. Øll eru vælkomin at verða við í kyndlagonguni. Møtið endiliga í góðari tíð.
Stóra fýrverksshowið, og bálið, hjá Nýggjársnevndini, byrjar sjálvandi á miðnátt. Heitt verður á fólk um at halda seg til økið sunnanfyri Ítróttarhøllina, eins og sæst á myndini. Vegirnir inn til økið har fólk standa, verða stongdir av og heitt verður á bilførarar um at virða vegastongsilin hetta tíðarbil. Heitt verður eisini á bilførarar, um at vísa størsta varsemi og um at hugsa seg um, hvar bilurin verður settur.
Aftan á fýrverkið, eru øll boðin inn í skúlahøllina til “landgangsbreyð” og sjampanju og eisini er okkurt drekkandi til børnini.
Facebook viðmerkingar