Nú nýggj samgonga er skipað og landsstýrið er mannað, so er tað eisini greitt, at tað nú eru 5 løgtingslimir, sum eru búsitandi í Suðuroynni. Tey eru: Bjarni Hammer, Henrik Old og Súsanna Bertholdsen fyri Javnaðarflokkin. Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin og Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin.
Umframt løgtingsfólkini, sum hava bústað í Suðuroynni, so eru Sirið Stenberg og Dennis Holm, bæði vald fyri Tjóðveldi, landsstýrisfólk.
Facebook viðmerkingar